Byrjan
Her hendir einki. Einki skal setast í lag ella rivast niður. Eingin tulking er á veg. Eingin niðurstøða. Hetta er leysi endin á einum tráði av orðum, ið eina ferð vóru ljóð. Ljóð, ið eina ferð rungaðu higar og hagar ígjøgnum alheimin, í einum horni av rúmdini, ella kanska bert í einum horni av menniskjans ímynding. Nú, meðan hesar linjur fara fyri eygum tínum, er orkan í hesum ljóðum longu deyð burtur, og einans teirra skuggamynd stendur eftir á blaðinum. Tey hava øll tagnað. Øll ljóðini, og kanska eisini øll henda verðin og fólkið í henni. Tað kann eisini vera, at tað sinnið, ið eina ferð teknaði hesi ljóð niður á pappír, hevur ikki dregið anda í langa tíð. Júst sum henda løtan — tann, tá tú las henda setningin — longu er farin, eru allar løtur bókarinnar farnar. Løtur og myndir, sum høvdu gingið fyri skeyti í hitakenda meldrinum av heimsins hendingum, um tey ikki høvdu verið skrivað niður her. Tey vórðu skrivað niður fyri at verða ein brú millum mína verð og tína. Ein brú frá míni verð, í teirri løtu eg skrivi hesar setningar, til tína, í teirri løtu tú setir teg til rættis fyri at lesa tær. Frá hesari síðuni loysi eg orðatráðin, og tú tekur orðini upp frá hinari. Sum í barndómi, tá Maman loysti garnið úr gomlum klæðum, og vit tóku tráðin og gingu runt í húsinum, so garnið hópaðist ikki upp. Kanska tín ættarliður kom nakrar ár ov seint til hesa garns-verðina — men hugsa tær: einaferð, einastaðni í heiminum, lékuð børn á henda hátt. Nú loysi eg tráðin av orðum, og tú tekur tey og ber tey inn í tína egnu verð, so tey hópast ikki upp her, í míni verð.